Sigling um Streymin undir brúnna

Brúgvin

Tá silgt verður undir brúnna um Streymin er sera umráðandi, at tað er á kyrrindinum.

Verð klár/ur á kyrrindunum dagin fyri.​

Mynd frá Portal.fo

https://portal.fo/vestfallskyrrindi

Myndin vísir rákið 30-04-2019, t.v.s. at vit skulu brúka kyrrindini dagin fyri 29-04-19

Hetta passar heilt væl, tá er sera lítið rák, fyri at vera heilt sikkur, so er best at liggja klár/ur hálvan tíma fyrr, t.v.s. kl. 03:35.​

Siglingar leiðin undir brúnna er merkt omanfyri bryggjuna í Norðskála, sigl tætt inn til bryggjuna, um kvøldi er viti, ið lýsir norður eftir, hann stendur nakað sunnan fyri havnarlagi í Hvalvík.  ​

Brúgvin stendur til at vera 17 m høg.​

Mynd JJA
S/Y Marta

Minst til at brúka siglingarleiðina undir brúnni.

Noðranfyri er siglingar trýkantar beint innanfyri brúnna á Norðskála og sunnanfyri er viti, nakað sunnanfyri stóra havnarlagið.

http://www.kortal.fo

FAKTA: BRÚGVIN UM STREYMIN

Brúgvin um Streymin kom í 1973. Hon var tá roknað sum størsta byggiverkætlan í Føroya søgu.

Tað tók hálvtriðja ár at gera brúnna. Arbeiðið at gera undirstøðið byrjaði í mars 1971 og í oktober 1973 stóð brúgvin liðug. Hon var 220 metrar long, 9,5 metur breið og 17 metrar høg. Brúgvin kostaði 13 milliónir krónur.

Tað var kanska mest av tilvild at brúgvin kom í 1973. Frammanundan var ein byrging gjørd um sundið í 1970. Mikkjal Helmsdal, sum tá var landsverksfrøðingur hevur sagt, at hevði tað ikki laga seg so, at byggifelagið Phil& Søn, sum dýpti Streymin, fann upp á at byrgja sundið, longu meðan arbeiði fór fram, hevði brúgvin kanska ikki komið tá.

Umframt kostnaðin at byggja sjálva brúnna kostaði tað góðar 2 milliónir krónur at dýpa Streymin og gera eina siglingarrennu har.

30. oktober 1973 varð snórurin kliptur á Brúnni um Streymin. Hetta var sama dag, sum brúgvin um Bospurussundið, ið knýtir asiatiska partin og evropeiska partin av Turkalandi saman.

Kelda: http://www.landsverk.fo/?id=1430 1. maj 2019

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s