Sigling um Mjóvanes

Ein stórur boði er nakað úr landi norðanfyri, hygg í siglingarkortið hvar hann er.

Mjóvanes kann vera eitt sindur buldrasligt, og ein stórur boði er nakað úr landi norðanfyri, hygg í kortið hvar hann er, best er at vera langt innanfyri hann.

Rekur upp í ættina, er mín (JMR) tilráðing, at lata vera við at sigla um Mjóvanes, men at bíða á Gøtuvík ella Lambavík.

Norðara síðan á Mjóvanesi, inn móti Gøtuvík, kann eisini vera eitt sindur buldraslig, men er mann komin um nesið, so er eisini siglandi fram við landi.

Sunnara hornið á Mjóvanesi kann bróta nakað út frá, mín roynd er at besta sigling her er at sigla so nær brotinum sum til ber, mann sær at aldan reisist, men hon brýtur ikki, fyrr enn hon kemur inn í móti, onkur vildi kallað hesa aldu fyri eina “surfaldu”.

Mjóvanes er sum við fleiri øðrum nesum í Føroyum, tað er oftast best at sigla eftir brodd, t.v.s. á seinnu hálvu av rákinum.

T.d. eru vestfals- ella eystfalskyrrindir kl 15.00 er best at sigla eftir kl. 18.00 og fram til kl. 21.00, serliga grundin til hetta er, at tað er sera ringt at raka beint á kyrrindi, og beint eftir kyrrindi hendir alt møguligt.

Hendan leiðin um Mjóvanes, er tann leiðin, eg altíð sigli, um tað er alda um Mjóvanes.

Kemur mann norðanfrá, skal mann stýra eftir gjáunum ella har bergi/hamarin fellur niður í fjøruna, so heilt inn ímóti landi og sneiða nesið av umleið eins og tekningin omanfyri vísir, fylg við brotunum á sunnara horni á nesinum.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s